Í annaðkvøld klokkan 21.15 kemur Livar Nysted heimaftur til Føroya - eftir ferðina við Artemis Investments tvørtur um Atlantshav.
Hesum ætlar Hvannasunds kommuna at gera nógv burturúr. Tá bussurin við Livari og fylgi er komin norður í Sund - allarhelst um 23 tíðina, skipar Hvannasunds kommuna fyri móttøkur fyri Livari.
Á skránni verða røður, sangur og tónleikur ? og høvi verður at heilsa upp á Livar.
Kommunan hevur skipað fyri, at eitt tjald er sett upp miðskeiðis í Hvannasundi ? nærhendis heiminum hjá Livari ? og í tjaldinum verður drekka og køka og ein gestabók, har høvi verður at skriva eina heilsu til Livar, siga tey úr Hvannasunds kommunu.
Eisini Summar Festivalurin fer at heiðra Livar Nysted og heimsmet hansara. Hetta verður á stórapalli beint fyri at Shubidua skulu spæla fríggjakvøldið.
- Vit vilja við hesum heiðra Livari Nysted fyri framúr avrikið, sum hann hevur framt, sigur Summar Festivalurin.










