Gera nógv burtur úr ábyrgdarafundi

Um tvær vikur hevur Norðoya Sparikassi ábyrgdarfund, har nógv verður gjørt burtur úr skránni

 

Klaksvík: Kunning og undirhald er á skránni, tá Norðoya Sparikassi fríggjakvøldið 23. mars hevur ábyrgdarfund í KÍ-høllini í Klaksvík.

Hetta er afturvendandi tiltak, sum sparikassin hevur havt annaðhvørt ár síðani 1995.

Norðoya Sparikassa er sjálvsognarstovnur, og skipanin við ábyrgdarum er gomul. Ábyrgdararnir hava ávirkan á leiðsluna í stovninum, tí teir velja umboðsráðið, sum síðani setir leiðsluna í sparikassanum.

Í 90?unum lat Norðoya Sparikassi meira upp fyri, at fólk gjørdust ábyrgdarar, og nú roynir sparikassin at fáa síni viðskiftafólk at verða ábyrgdarar.


Gera nógv burtur úr

Teir mongu ábyrgdararnir sleppa 23. mars á fund, og har fáa teir eina kunning um viðurskifti í sparikassanum, men samstundis verður eisini nógv undirhald.

? Vit hava valt at lata okkara formligu kunning til ábyrgdararnar á ábyrgdarfundinum, tá vit so samstundis gera nakað serligt burtur úr, sigur Gunnar Nolsøe, marknaðarleiðari í Norðoya Sparikassa.

Durita Holm fer at halda fyrilestur um at ferðast kring knøttin, Ad Libitum, Vísumenn og onnur fara at hava tónleikaundirhald, og skemt er eisini á skránni.

Seinast ábyrgdarfundur var, vóru eini 650 fólk á fundi.