KVÍVÍK: Í eina tíð hava tey í bygdini arbeitt við eini ætlan um at hátíðarhalda, at 100 ár eru liðin síðani Kvívík gjørdist kommuna.
Longu nú er avgjørt, at stóra hátíðarhaldið verður vikuskiftið 14. og 15. september, og hesar dagarnar verður ein hópur av tiltøkum, bæði fyri børn, ung og vaksin.
Ein partur av hátíðarhaldinum er ætlanin at hava eitt uttandura diasshow, har myndir frá ymiskum viðurskiftum í Kvívík skulu vísast almenninginum. Í hesum sambandi heitir kommunan á fólk um at senda inn myndir.
Á skránni er annars felags morgunmatur, málninga- og myndaframsýning, frásøgur um kommununa í 100 ár, framførslur, midnáttarsamkoma og gudstænasta og rundvísing í kirkjuni.
Ætlanin er somuleiðis at gróðurseta eina nýggja viðarlund í bygdini. Í hesum sambandi verða tey fyrstu trøini sett niður hetta vikuskiftið.