Gera nýggjan útibarnagarð

Klaksvíkar kommuna mátti broyta uppskotið til fíggjarætlan, tí útreiðslunar til barnaansingina økjast støðugt

 

Klaksvík: Klaksvíkar kommuna fyrireikar í løtuni ein nýggjan útibarnagarð. Hesin skal halda til Úti í Grøv, har ein annar útibarnagarður eisini er.

Nýggi útibarnagarðurin fer at hava pláss fyri 40 børnum, og tá kemur samlaða talið á dagstovnaplássum upp á 410 pláss.

Klaksvíkar kommuna hevur seinnu árini gjørt alt meira við barnaansingarøkið, og tað merkir eisini, at ein trivaligur partur av útreiðslunum hjá kommununi eru til barnaansingina.

Komandi ár eru útreiðslurnar til hetta økið 17 milliónir krónur.


Meira enn ætla

Neyðugt var at broyta fíggjarætlanina, sum býráðið samtykti í september. Orsøkin var, at 1,2 milliónir krónur máttu setast av afturat til barnaansingina, nú lønarútreiðslurnar vaksa.

Hetta gjørdi, at skava varð av ymiskum øðrum pørtum av fíggjarætlanini.

? Tað er stórur tørvur á dagstovnaplássum, og kommunan hevur útvega nógv pláss afturat seinastu árini. Nýggjur útibarnagarður skal takast í brúk móti summri, og møguliga verður eisini okkurt annað gjørt fyri at fáa fleiri pláss, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík.


Gera høli í stand

Í ár er millum annað nýggjur frítíðarskúli tikin í brúk í KÍ-høllini, og tað vaks um talið av plássum. Í løtuni eru 370 ansingarpláss í kommunui, og tey vaksa upp í 410, tá nýggir útibarnagarðurin verður tikin í brúk.

Nýggi útbarnagarðurin skal halda til í hølum, sum Ferðavinnan í Norðoyggjum eigur. Klaksvíkar kommuna leigar hesi hølini Úti í Grøv, og nú verða tey gjørd í stand, so tey kunnu hýsa børnunum.

? Tá hesin útibarnagarðurin er farin at virka er spurningurin, hvat annað vit skulu gera fyri at fáa fleiri pláss. Vit skulu eisini hugsa um pengar, og í løtuni fer ein stór upphædd av fíggjarætlanin til barnaansingina, sigur borgarstjórin í Klaksvík.