Festivalur
Tey, ið ætla sær á heimskenda Roskildefestivalin í ár, skulu ikki vera bangin fyri, at syndarliga vanlukkan framman fyri høvuðspallin endurtekur seg.
Fyri at fyribirgja enn eini vanlukku, gera fyriskipararnir ein nýggjan høvuðspall, sum er meinlíkur kenda appelsingula Canopy pallinum, men munin tryggari.
Betri sýni
Nýggi pallurin er triðjingin størri enn tann gamli. Tað var við hendan gamla pallin, at níggju ungir mans í fjør vórðu kroystir í hel undir eini konsert hjá Pearl Jam.
Tað, at nýggi pallurin er triðjingin størri, er júst tað, ið skal gera hann tryggari. Støddin á honum ger nevniliga, at bæði tónleikabólkar og áskoðarar fáa betri útsýni.
Breiði bogin á framsíðuni av nýggja pallinum skal saman við, at pallurin verður hækkaður gera, at áskoðararnir síggja betri inn yvir pallin. Og tí er ikki neyðugt at troðka fyri at fáa betri útsýni. Endamálið skal vera, at tað skal vera hugaligari at vera áskoðari longur afturi í trunkanum við appelsingula pallin í Roskilde. Hetta fyribygir trokan og økir tískil um tryggleikan.
Framhaldandi appelsingult
At nýggjur og størri pallur verður gjørdur ger, at eyðkenda appelsingula segldúkstakið, sum á fremmandum máli kallast Canopy, má skiftast út.
Men fyrireikararnir av festivalinum vilja hava, at nýggi pallurin skal vera meinlíkur tí gamla. Tí verður nýtt tak gjørt í týsklandi, sum skal vera appelsingult og skal vera púra átøkt tí gamla, sum er vorið 17 ára gamal og er reist 18 ferðir. Men sum kortini ikki er serliga slitið.
Tað er enn ikki greitt, hvat hendir við gamla takninum. Men tað er kortini greitt, at teir mongu føroyingarnir, sum árliga leita sær til Róarskeldu á veitslu, í ár kunnu vænta sær gott útsýn framman fyri ein nýggjan og spennandi pall í juni í ár.










