Gera nýggjan býling á Eiði

Tað eru fleiri, sum vilja sleppa at búgva á Eiði og skjótt verða grundstykki tøk

- Vit merkja eina veksandi áhuga fyri at seta búgv á Eiði.

 

Tað staðfestir borgarstjórin, Jógvan í Skorini. Hann sigur tey hava ongan formligan bíðilista eftir grundstykkjum, men tað eru eini 8 - 10 fólk, sum javnan ringja at spyrja seg fyri.

 

Kommunan hevur bara eitt grundstykki til taks, men skjótt verða tey fleiri, tí nú er kommunan farin at fyrireika eina hampiliga stóra útstykking á Múlakletti.

 

Borgarstjórin sigur, at avtalan við hagan um lendið er mestum undir landið, prísurin er avtalaður og tað eru bara nakrir snøklar sum mangla.

 

Har verður í roynd og veru ein nýggjur býlingur, har tað verða eini 25 grundstykki, sigur hann.

 

Tá ið avtalan um lendið er skrivað undir, verður arbeiðið at gera stykkini byggibúgvin, boðin út. Hann væntar, at grundstykkini verða klár næsta summar og hann væntar eisini, at tey fara at kosta einar 150.000 krónur hvørt og tá eru tey klár at byggja á.