Seinastu mánaðirnar hevur Tórshavnar kommuna fingist við umfatandi arbeiðið við Landavegin í vesturbýnum í Havn. Talan hevur verið um at skifta og dagføra regnvatnsleiðingar og kloakkirnar, sum liggja niðurgravaðar har.
Ferðslan hevur verið nógv darvað og verður tað væntandi í rúma tíð framyvir, tí hóast tað nú verður farin undir at asfalterað norðaru vegbreytina, so byrja teir at leggja kloakk og fjarhita í sunnaru vegbreyt.
Tórshavnar kommuna skrivar í dag, at tá arbeiðið er liðugt og allur Landavegurin dagførdur við gongu- og súkklubreytum, verður farið undir næsta stigið, sum er at gera eina nýggja rundkoyring á vegamótinum Landavegur, Íslandsvegur og Hetlandsvegur.
Alt arbeiðið verður liðugt í summar, sigur Tórshavnar kommuna.