Gera nú eisini BIP-støð í Vági

Vágbingar eru nú í ferð við at gera eftirlitsstøð fyri triðjalandsfisk. Tað eru vinnulívið sjálvt, sum betalir gildið saman við kommununi

 

Vágur


Nú verður eisini ein ein BIP-støð gjørd í Vági.

Ein BIP-støð er ein marknaðeftirlitsstøð, har triðjalands fiskur, sum skal inn í ES, skal góðkennast, áðrenn hann sleppur inn.

BIP-støðin er 120 fermetrar og hon kostar 700.000 krónur. Hon verður liðug í vár. Í støðini er eitt rúm, har vøran kemur inn, umframt kanningarstova, matstova, brúsa og aðrir hentleikar, sum krevjast av eini slíkari støð.

Tað er vinnulívið í Vági sjálvt, tvs alifyritøkan hjá Hera Hjelm og felagið, sum eigur frystigoymsluna, sum gera og betala støðina, saman við Vágs Kommunu.

Tað verður eisini frystigoymslan, sum skal reka støðina.

Men tað vera almennu, føroysku myndugleikarnir, sum koma at hava tað eftirlitið, sum skal vera á eini slíkari støð og hon kemur sostatt at standa til taks hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum fær fullan rætt til hana at kanna triðjalandsfisk, sum verður lagdur upp í Suðuroy og skal sendast til okkurt ES land.

Annars var talan bara um at gera tvær bip-støðir í Føroyum, eina í Havn og eina í Kollafirði.

Men tað hevði verið óliviligt hjá vinnulívinum í Vági.

Tað kemur nógvur triðjalandsfiskur upp í Vági og tað hevði verið ótolandi um teir skulu til Havnar, ella onkra havn norðanfyri fyrst at fáa lastina góðkenda, áðrenn teir kundu koma til Vágs.

? Fyrr hava skip, sum hava lagt triðjalandsfisk upp í Vági, verið noydd at fara til Havnar fyrst at ?bippa inn?, sum tað nevnist á fakmáli og tað kann ikki vera meiningin, sigur Johan Dahl.

Hann sigur, at er triðjalands fiskurin fyrst góðkendur á eini bip-støð, hevur hann frítt at fara í øllum ES.

Tú heldur hann, at tað er neyðugt at gera bip-støðir í øllum høvuðshavnunum í landinum og tað heldur hann eisini, at vilji er til.