Gera musikal um Oliver Twist

Dramabólkurin í Gøtu, sum Noomi Reinert hevur um hendir, er farin undir venjing av einum musikal.

Dramabólkurin í Gøtu, sum Noomi Reinert hevur um hendir, er farin undir venjing av einum musikal.

 

Tað er kenda søgan um Oliver Twist eftir Charles Dickens, sum nú skal á pall sum musikal í Gøtu.

 

Tað er dramabólkurin hjá Noomi Reinert, sum verður partur av leikinum.

 

- Talan er um 12 leikarar, men so fara vit at brúka tey, sum eru við í dramabólkinum, í leikinum. So tilsamans verða vit eitt stað millum 50 og 60 leikarar, sigur Noomi Reinert.

 

Hesi skulu í tí stóra og heila brúkast sum statistar.

 

- Tað er Ria Tórgarð, sum er leikstjóri, og hom helt tað vera fínt, at kunna brúka so nógvar leikarar. Talan var annars u at býta dramabólkin í tvey, men Ria helt, at hon saktans kundi brúka allar hvørja ferð, sigur Noomi Reinert.

 

Ætlanin er at venja rímiliga hart, tí frumsýnig verður ætlandi 22. mars.