Gera mun á ferðafólki

– Tað er óheppið, tá flogvøllurin verður útbygdur fyri nógvar milliónir, at atlit ikki verður tikið til tey, ið hava likamligar avbjóðingar, heldur Hanus Samró

– Tað er óheppið, tá flogvøllurin verður útbygdur fyri nógvar milliónir, at atlit ikki verður tikið til tey, ið hava likamligar avbjóðingar.

 

Tað heldur Hanus Samró, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, og sum sjálvur eisini hevur likamligar avbjóðingar.

 

Hann heldur, at tað átti at verið ein sjálvsagdur rættur, at tey, ið sita í koyristóli, koyra umborð á flogfarið, ístaðin fyri at verða útsett fyri ta eyðmýkd at verða borin umborð.

 

– Ein sjálvsagdur rættur, tá tey klára at pakka kuffertið, tjekka inn, koma til og frá flogvøllinum sjálvi, men tá tað kemur til at koma umborð á flogfarið, verða noydd at biðja um hjálp, tí tey klára ikki trappurnar. Um so er, verður munur gjørdur á ferðafólkunum. Munur millum tey, ið bera brek, og tey, sum klára trappurnar, sigur Hanus Samró.

 

Tí hevur hann spurt landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl, sum bæði varðar av floghavnini og av Atlantic Airways, um hann metir, at samsvar er millum ST-sáttmálan fyri tey, ið bera brek, og útbyggingina av Vága Floghavn? Eisini spyr hann landsstýrismannin, um atlit vórðu tikin til atkomuviðurskiftini hjá teimum, ið bera brek, tá nýggi airbussurin varð keyptur. Hann spyr eisini, um landsstýrismaðurin hevur ætlanir um at bøta um atkomuviðurskiftini á flogvøllinum.

 

Lesið viðmerkingina hjá Hanusi Samró VIÐ AT TRÝSTA HER