Nú árið 2014 er farið aftur um bak ber til at staðfesta, at nógv færri fólk detta úr Arbeiðsloysisskipanini, tí tey hava brúkt allar teir 648 dagarnar, tey kunnu vera í skipanini.
Tey trý árini frá 2009 til 2012 var stórur vøkstur í talinum av fólkum, sum fóru úr Arbeiðsloysisskipanini, tí tey høvdu brúkt allar dagarnar. Men sum arbeiðsloysið er minkað seinastu tvey árini ella so, er eisini talið av fólkum, sum eru farin úr skipanini vegna fult dagatal minkað nógv.
Tá talið í 2012 var hægst, vóru tey 138, sum duttu úr, meðan talið í 2014 kom niður á 45. Tað svarar til eina minking á næstan 65%.
Almannaverkið metir, at áleið helmingurin av teimum, sum detta úr Arbeiðsloysisskipanini, fáa arbeiðsloysisforsorg frá Almannaverkinum aftaná. Tað merkir, at onkustaðni millum 20 og 25 av fólkunum, sum duttu úr ALS í 2014 nú fáa forsorg vegna arbeiðsloysi frá Almannaverkinum.
Tølini frá ALS benda eisini á, at tað er verri hjá eldri fólki at finna sær arbeiði, enn hjá teimum ungu. Av teimum 45, sum duttu úr skipanini, vóru yvir 30 omanfyri 50 ár. Í mun til aldursbýtið av teimum í skipanini, er hetta talið tvífalt so høgt, sum tað burdi verið, um lutfallið av teimum, sum duttu úr skipanini, skuldi verið líkt fyri allar aldursbólkar.
Tøl hjá ALS vísa eisini, at tey eldru eru longri í skipanini enn tey yngru. Fólk í tjúgunum steðga áleið 5 mánaðir í skipanini, meðan tey í sekstiárunum steðga yvir eitt ár.
Arbeiðsloysisskipanin veit ikki neyvt, hví tey eldru eru longri í skipanini, men tað kann hugsast, at føroyskir arbeiðsgevarar í størri mun seta yngri fólk í starv enn eldri. Tað er eisini hugsandi, at yngri fólk er meiri sinnað at ferðast longri til arbeiðis, og tí hava lættari við at finna sær nýtt starv.