Jørgen Jørgensen, slaktari í Miklagarði sigur, at tað er eyðsæð, at føroyingar hagreiða minni av føroyskum mati sjálvi í dag, enn tá hann kom til Føroya í 1977.
Jørgen Jørgensen gjørdist slaktari í Miklagarði í 1977 og heldur, at etivanarnir hjá føroyingum eru broyttir nógv hesi árini. Sambært honum er tað eyðsæð, at færri føroyingar enn áður gera siðbundnan mat.
- Tað er eingin ivi um, at tað eru færri, ið gera rullipylsur nú enn áður. Vit selja nógv færri síður enn fyri nøkrum árum síðani. Vit selja eisini nógv minni av tilhoyri til gerð av rullupylsum, sigur hann. Men, spyr hann, hví skal man gera sína egnu, tá Kjøtbúðin ger Føroya bestu rullupylsu?
Jørgen Jørgensen vísir eisini á, at avroð verður næstan ikki selt í handlinum, meðan sølan av seyðarhøvdum eisini er nógv minkað seinastu árini.
- Eg haldi, orsøkin er tann, at tey yngru ikki hava stundir ella taka sær stundir at gera siðbundna matin. Tað tekur langa tíð at gera eina rullupylsu, til dømis. Fyrst skal síðan gerast tilreiðar, so skal seymast, síðani kókast og so til síðst pressast. Tað tekur jú fleiri vikur at gera eina rullupylsu. Annar føroyskur matur skal kóka leingi ella skal hagreiðast á ávísan hátt. Eg haldi ikki, at tey yngru í dag tíma hetta so væl og tískil eta tey tað einans, tá tey eru heima hjá foreldrunum, sigur Jørgen Jørgensen.
Eitt er óbroytt hesi skjótt 40 árini hann hevur verið í Føroyum.
- Føroyingar elska búffar, og teir skulu helst vera stórir. Vit hava altíð selt nógvar búffar, sigur hann. Oksakjøtið í Miklagarði verður innflutt úr Ný Sælandi og er av slagnum Angus. Oksarnir eru um tvey ára gamlir, tá teir verða slaktaðir, og síðani verða krovini flutt til Føroya við Maersk. Ferðin tekur um fimm vikur.
Jørgen Jørgensen sigur, at í Miklagarði hava tey úr at gera upp undir jólini.
- Tíbetur er jólasølan hjá okkum spjadd yvir allan mánaðin, so øll keypa ikki alt inn í evstu løtu, sigur hann. Hann heldur, at føroyingar í so máta duga væl at keypa inn og minnast til at keypa tað inn í góðari tíð, ið heldur sær eina tíð.
- Jóladøgurðan plaga fólk at keypa inn í góðari tíð. Dunnu og fleskasteik byrja vit at selja munandi meiri av longu í novembur mánaði, sigur Jørgen Jørgensen. Hann heldur kortini ikki, at talan er um, at fólk eru bangin fyri, at dunnan verður útseld. Tað er í øllum førum einki at óttat fyri, sigur hann.
- Fólk keypir eisini dunnu og fleskasteik eftir jól, so vit syrgja fyri, at hava nokk. Ein gás er ógjørlig at selja eftir jól, men eina dunnu kann man altíð selja.
Upp undir jól er tað serliga føroyski viðskerin, ið verður seldur, sigur Jørgen Jørgensen.
- Tað vísir seg, at fólk vilja hava rullupylsu og skinsakjøt á jólum. Siðbundin matur hoyrir saman við siðbundnu høgtíðunum. Men so keypa fólk eisini roastbeef og fleskasteik at hava sum viðskera jóladagarnar, sigur hann.
- Í kreppuni plagdu tey at siga, at jól og ólavsøka verður tað hvørt ár. Fólk løgdu eitt sindur til síðis, soleiðis at tey kundu halda jól og ólavsøku sum vant, sigur Jørgen Jørgensen at enda.










