Gera miðbýarætlan fyri Sandavág

Vága Kommuna arbeiðir við eini miðbýarætlan fyri Sandavág

Arbeitt hevur verið við at gera eina serstaka byggisamtykt fyri økið niðri á Neystum í Sandavági. Ætlanin er, í mest møguligan mun, at varðveita dámin í økinum sum neystaøki, tó eisini við atliti til, hvussu økið verður nýtt í dag.

Málið hevur verið fyri á nevndarfundum og býráðsfundi. Eftir áheitan frá býráðnum, hevur borgarstjórin biðið Albert Isfeld arkitekt gera eitt uppskot um, hvussu økið niðri á Neystum og á Sondum kann gagnnýtast.

Ætlanin var, at hava borgarafund har uppskotið varð lagt fram, men vegna støðuni við COVID-19, hevur kommunan valgt at skriva eina kunning um málið og leggja tað til hoyringar á heimasíðuni.

Kommunan ynskir at hoyra frá borgarum um hvat tey halda. Viðmerkingar kunnu gerast við at senda teldupost til vaga(at)vaga.fo.