Tað hevur stóran týdning, at kvinnur, sum hava verið fyri harðskapi, fáa tað røttu hjálpina. Tað sigur Súsanna Skaale, sálarfrøðingur. Hon hevur verið í Kvinnufelagnum í Havn og greitt frá sínum arbeiði sum sálarfrøðingur hjá kvinnum, sum hava verið í Kvinnuhúsinum í Havn, tí tær hava verið fyri harðskapi.
Upprunaliga varð uppleggið frá myndugleikunum, at tær skuldu kunna fáa tríggjar viðtalur hjá sálárfrøðingi hjálp - Men hetta vóru vit rættiliga ónøgdar við, tí onkur gransking vísir, at verður hol fyrst sett á eitt slíkt trauma, sum tað er at hava verið fyri harðskapi, er ómetaliga týdningarmikið, at viðgerðin verður gjørd liðug. - At fara undir eina viðgerð, men so noyðast at gevast í hálvum gekki, kann gera størri skaða enn gagn, sigur hon. Vanliga verður mett, at tær kvinnur, sum eru ringast fyri, skulu hava einar 8-10 viðtalur hjá sálarfrøðingi, men aðrar klára seg við færri viðtalum.
Men síðani varð játtanin hækkað og nú fáa kvinnur sálafrøðiliga hjálp í einar 8-10 tímar. Súsanna Skaale sigur, at tey eru vælnøgd við tað tilboðið tey hava nú, tí tað er eitt gott tilboð. - Vit hava eitt tilboð um samrøður í bólkum og vit hava tilboð um einstaklinga samrøður, sigur hon.
Les eisini: Harðskapur í føroyskum familjum kostar 5 milliónir
Súsanna Skaale varpaði av álvara ljós á harðskap ímóti kvinnum, tá ið hon gav bókina ” Um bara hann sló meg” út og har hon sigur søguna hjá fimm kvinnum, sum høvdu leitað sær hjálp í Kvinnuhúsinum
Hon sigur, at eitt hon vildi við bókini var at gera upp við nakrar fordómar um harðskapur. - Tá ið vit tosa um harðskap, halda nógv at vit tosa um eitt blátt eyga og annan likamligan harðskap. Tað eru eisini mong sum halda, at tað er ein ávísur bólkur av kvinnum sum eru fyri harðskapi.
- Harðskapur er eisini sálarligur ágangur av ymsum slagi, men hann er verri at fáa eyga á. Og tað eru allar kvinnur, sum kunnu verða fyri harðskapi. - Endamálið við bókini var geva fólki flest eina mynd av, hvat harðskapur ímóti kvinnum er og at geva fólki ein møguleika at seta seg inn í tað, sigur sálarfrøðingurin. Kortini heldur Súsanna Skaale, at kvinnur, sum onga útbúgving hava og sum ikki eru væl fyri fíggjarliga, eru í eini serligari torførari støðu. - Støk, og stakir uppihaldarar, eru ikki væl fyri í føroyska samfelagnum, sigur hon.
Annars heldur hon, at kunnandi fundirnir kring landið sambandi við heildarætlanini ímóti harðskapi í parløgum og nærsambondum er við at broyta okkara hugburð til harðskap og tað breiðir seg sum ringar í vatni.
|