Gera leiðreglur um nevndarval

Semja varð í gjár gjørd í samgonguni um at fara undir arbeiðið at gera uppskot til leiðreglur í sambandi við val av nevnd í almennum partafeløgum. Leiðreglurnar skulu gerast eftir danska leistinum

Glið er nú komið á málið um nevndarval í Atlantsflog, sum um vikuskiftið og fyrst í vikuni stóð rimmarfast.

- Vit kunnu siga, at málið ikki er liðugt avgreitt enn, men vit eru farnir frá einari støðu, har eingin vildi nakað, til eina støðu, har øll vilja okkurt, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.

Fólkaflokkurin sat annars á fundi allan seinnapartin í gjár og viðgjørdi málið um nevndarvalið, har vinnumálaráðharrin, Jóhan Dahl, ætlar at skifta alla nevndina í Atlantsflog út.

Málið kann tykjast eitt sindur torskilt, og fyri at skilja tað til fulnar, er neyðugt eisini at kenna partafelagslógina. Hon sigur nevniliga, at hevur ein partafelagsskrásett fyritøka meiri enn 35 fólk í starvi, skulu hesi hava umboð í nevndini. Býtið er soleiðis, at starvsfólkið skal verða umboðað í tann mun, at tey skulu hava helmingin av teimum umboðum, sum verða valt á aðalfundinum.

Tað merkir, at velur aðalfundurin 10 umboð í nevndina, skulu starvsfólkini hava 5, so nevndin tilsaman telur 15 fólk. Er talan um ólíka tal, verður rundað upp.

Aðalfundurin hjá Atlantsflog velur trý fólk í nevndina, og tá starvsfólkini skulu hava helmingin – 1,5, rundað upp til tvey – kemur nevndin at telja fimm fólk.

Tað vil við øðrum orðum siga, at tað bert eru trý fólk í nevndini, sum umboða partapeningin, og argumentið hjá vinnumálaráðharranum er tí, at tá landið eigur tveir triðingar av partapeninginum, má landið eisini fáa allar teir tríggjar av aðalfundinum valdu nevndarlimir, fyri harvið at hava meiriluta í nevndini.

 

Halda fast um lyftir

Støðan hjá Fólkaflokkinum í málinum er, at tá bert tríggir limir í nevndini umboða partapeningin, eiga hesir nevndarlimir at verða valdir lutfalsliga eftir patrapeninginum.

Og tá landið eigur tveir triðingar av partapeninginum og tað privata ein triðing, er tað púra náttúrligt, at landið eisini fær tveir nevndarlimir, meðan teir privatu fáa tann triðja.

Men hetta er kortini ikki einasta argumentið hjá Fólkaflokkinum.

- Tá privatiseringstilgongdin fór fram, kannaði vinnumálaráðið møguleikarnar fyri at privatur áhugi yvirhøvur var fyri partabrøvunum í Atlantsflog. Í hesum sambandi fingu áhugaðir keyparar at vita, at teir fóru at fáa umboðan í nevndini eftir býtinum í partabrøvunum. Og tað er hetta lyfti, sum vinnumálaráðharrin nú ætlar at bróta, sigur Jørgen Niclasen.

Løgtingssamtyktin sigur annars, at tveir triðingar av partabrøvunum í Atlantsflog skulu seljast, men samtykt varð samstundis, at henda sølan skuldi fara fram í tveimum umførum. Sum kunnugt er bert fyrra av hesum umførum farið fram enn, og tí eigur tað almenna framvegis tveir triðingar av partabrøvunum.

Eftir fundin í samgonguni fyrrapartin í gjár er semja um, at Jóhan Dahl, vinnumæalaráðharri, skal kalla stóru privatu eigararnar inn til fundar, fyri at finna eina semju um býtið av nevndarsessum.

- Fyrr enn hesin fundurin hevur verið ber ikki til at koma víðari í málinum annað enn tað, sum semja varð gjørd um seinnapartin í gjár. At gerast skal eitt uppskot um leiðreglur í sambandi við val av nevndum í almennum og hálvalmennum partafeløgum. Semja er eisini um, at hetta uppskot skal gerast eftir tí leisti, sum danska lógin ásetur, sigur Jørgen Niclasen.

Enn er ikki greitt, nær fundurin millum vinnumálaráðið og privatu eigararnar verður.