Gera íløgur fyri 1,2 miljardir

2011 gjørdist árið, tá føroyska frálandavinnan veruliga fekk vind í seglini. Hetta árið kom næsta veitingarskipið hjá Supply Service í Leirvík - Saeborg - til landið og gjørdir vórðu ikki færri enn tveir nýggir sáttmálar um bygging av veitingarskipunum, Sjóborg og Tórsborg.

- Talan er eftir føroyskum viðurskiftum um sera stórar íløgur. Hvørt av hesum fýra skipunum kosta umleið 300 miljónir krónur, so talan er um eina samlaða íløgu uppá 1,2 miljardir krónur í øll hesi skip eftir bara heilt stuttari tíð.

Tað skrivar heimasíðan oljan.fo

- Ein av orsøkunum til, at hetta hevur borið til, er veksandi áhugin hjá privata vinnulívinum í Føroyum at seta partapening í hesa nýggju vinnuna.

Tað sigur stjórin í Supply Service, Jens Meinhard Rasmussen, við oljan.fo

Hann leggur aftrat, at tað er sera umráðandi fyri eina fyritøku sum teirra, at tað eru íleggjarar í Føroyum, sum vilja seta pening í nýggjar verkætlanir.

- Hetta er ein treyt fyri, at virksemið kann mennast, sigur stjórin.

Nýggir íleggjarar umframt Supply Service eru eitt nú Løkir, Royndin og Notio, sum hava verið við til at seta pening í trý tey fyrstu skipini. Nú fjórða skipið eisini er vorðið veruleiki, er stjórin í Supply Service sera fegin um, at eisini aðrar fyritøkur hava víst nýggju vinnuni ans.

- Eg vil ikki siga, at vit ikki høvdu megnað hesa verkætlan uttan nýggju íleggjararnar, men tað hevði so í hvussu er tikið nógv longri tíð, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

Persónarnir, sum standa aftanfyri nýggju privatu íløgurnar í Tórsborg, eru eitt nú Høgni Hansen við P/f Poul Hansen, heilsølu og Poul Hansen, sakførari við Kimbuli og Bacalao. Eisini Framtak er við í Tórsborgverkætlanini.

Oljan.fo veit at siga, at nýggja Sjóborg verður klár hin 30. mars og Tórsborg hin 6. juli í 2012.