Eins og flest onnur líða norðmenn undir høgum bensinprísum, nú oljuprísurin er farin at toga í 80 dollarar fyri tunnuna.
Men tey, sum vara av norska ríkiskassanum, kunnu gleða seg um gongdina, tí tann høgi oljuprísurin ger, at pengarnir fossa í norska ríkiskassan. Sambært Aftenposten fær tað almenna Noreg umleið 50 prosent meiri burtur úr oljuni í ár enn í 2004, sum var metár. Tað merkir, at oljuinntøkurnar hjá tí almenna verða umleið 400 mia. krónur í 2006, skrivar blaðið.
Marknaðarserfrøðingar vænta, at oljurpísurin fer at hækka uppaftur meiri orsakað av kreppuni í Miðeystri, og tað fer at síggjast aftur í norska ríkiskassanum. Tí hvørja ferð prísurin fyri eina tunnu hækkar ein dollara, fáa norðmenn fýra mia. krónur eyka í kassan, skrivar Aftenposten.