– Korona útsetti Voxbotn 2020, og somuleiðis hevur verið óvist, um Voxbotn 2021 nakrantíð fór at síggja dagsins ljós. Men nú ber aftur til at halda stórfingin tiltøk, og tí verður við hesum boðað frá, at Voxbotn 2020 verður hildið í morgin, fríggjadag 20. august, og Voxbotn 2021 verður hildið leygardag 21. august.
Soleiðis ljóðaði fráboðanin frá fyrireikarunum av Voxbotn, tá greitt varð, at ikki færri enn tvey Voxbotn verða hetta vikuskiftið. Og fyrireikararnir skriva víðari:
– Tað verður rimmar tónleikaveitsla í Vágsbotni í Havn vikuskifti 20. og 21. august. Tá eru 10 ár liðin síðan Voxbotn tiltakið var á fyrsta sinni, og tað verður feirað við tveimum døgum av tónleiki, skriva fyrireikarnir, sum lova áhoyrarum eitt frálíkt bland millum nýtt og eldri, føroyskt og útlendskt.
##med2##
Longu í gjár varð farið at gera klárt til stóra tónleika tiltakið í Vágsbotni. Ferðslan er løgd um, so ikki verður koyrandi aftur í Vágsbotni fyrr enn sunnudagin, tá alt er ruddað burtur aftur.
Tveir stórir palla verða settir upp, annar undir húsunum vestaru megin torgið, og hin oman móti sjóvarmálanum suðureftir.
Øll atgongumerki til Voxbotn 2020 eru galdandi til fríggjadagin 20. august 2021.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##