Gera klárt til Summar Festival

Í góðveðrinum í dag byrjaðu praktisku fyrireikingarnar til Summar Festivalin

Summar Festivalurin verður hildin í Klaksvík næsta vikuskiftið.

Konsertirnar byrja hóskvøldið, og hildið verður fram til sunnunáttina.

Í góðveðrinum í dag varð byrjað at seta upp til festivalin. Stóra tjaldið er reist í dag, ljóðtornið á Vágsbøi er komið upp, og annað er eisini gjørt klárt.