Gera klárt til kommunuval

Fyrsta lokalfelagið ger nú klárt til kommunuvalið í heyst.

Hóast kommunuval ikki verður fyrr enn november 2016, so hevur fyrsta lokalfelagið longu sett skjøtul á uppstillingina til valið.


Talan er um lokalfelagið hjá Norðoya Fólkafloksfelag, ið 12. januar bjóðar til fyrsta uppstillingarfundin.


Fólkaflokkurin hevur leingi havt eina sterka støðu í Klaksvíkar kommunu. Til síðsta val vann flokkurin fimm av ellivu býráðslimum, men skipaðu hinir flokkarnir samgongu við Jógvan Skorheim sum borgarstjóri.


Valskeiðið frammanundan hevði Fólkaflokkurin annars skipað samgongu við Sjálvstýrisflokkin, har Fólkaflokkurin hevði borgarstjóran, meðan Jógvan Skorheim var varaborgarstjóri. Í heyst fæst so at vita, um veljarin enn stuðlar Fólkaflokkinum ella um tað hevur eydnast formanninum í Nýtt Sjálvstýri at vinna tokkan frá borgarunum í Klaksvíkar kommunu.


Tað er einans í fimm kommunum, at politiskar flokkar bjóða seg fram. Tað er í Klaksvíkar kommunu, Eysturkommunu, Tórshavnar kommunu, Tvøroyrar kommunu og Vágs kommunu.