Nógvur aktivitetur er í Miðlahúsinum í løtuni. Fleiri fjølmiðlar gera klárt til tíðindafundin hjá Jørgen Niclasen, sum byrjar klokkan 15 og sum verður sendur beinleiðis á Rás2.
Men hinir miðlarnir eru eisini væl umboðaðir, bæði portalar og Kringvarpið. Roknað verður eisini við, at onnur fólk enn fjølmiðlafólk fara at leita sær í Miðlahúsið at frætta. Uttan iva fer hesum tíðindafundurin at seta sín serliga dám á allar tíðindasendingar í dag, bæði í útvørpum og í sjónvarpinum í kvøld.
Høvuðspersónur, Jørgen Niclasen, hevur annars 45 ára føðingardag í dag.
Jørgen Niclasen hevur tíðindafund í Miðlahúsinum klokkan 15 seinnapartin. Rás2 sendir beinleiðis frá tíðindafundinum. Rás2 kann hoyrast á netinum VIÐ AT TRÝSTA HER










