Í dag verður av álvara farið undir at seta upp til Fólkafundin 2013 í ítróttarhøllunum í Klaksvík.
Fundurin verður settur klokkan 11.30 í morgin. Tað er Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu, sum setir Fólkafundin 2013.
Fólkafundurin 2013 er í tveimum pørtum. Tann eini parturin er eitt framsýningarøki, har politisk feløg, fakfeløg, hjálpifelagsskapir, áhugafeløg og onnur greiða frá teirra virksemi og hjartamálum.
Hin parturin er ein røð av tiltøkum. Á skránni eru fyrilestrar, opnir kjakfundir, tónleikur, spurnakappingar, pallborðsfundir og onnur tiltøk.
Til ber at síggja alla skránna her.