Nú verður økið, sum Saltsølan skal hava á havnarlagnum á Toftum, gjørt klárt Saltsølan skal byggja ein bygning á nýggja havnaøkinum, sum er tann norðasti parturin av havnalagnum á Toftum.
Tað er byggifyritøkan Vestcon sp/f sum stendur fyri at gera økið byggibúgvið.
Sea-Star Samtakið hevur bygt tveir bygningar á økinum, og nú verður gjørt klárt til tann triðja stóra bygningin, sum væntandi stendur klárur næsta vár, skrivar Nes kommuna á heimasíðu síni.










