Hóast ólavsøkan ikki byrjar fyrr enn hósdagin í næstu viki, so ber miðbýurin í høvuðsstaðnum longu brá av, at tjóðarhátíðin er í nánd.
Nógv virksemi er á Skálatrøð, har Tórshavnar Ítróttarráð er nevniliga farið undir at seta stóra tjaldið og annað upp, ið síðstu árini hevur hildið til har.
Tað hevur sjálvandi ført við sær, at tað er ein mangul upp á parkeringspláss í miðbýnum, tá meginparturin av parkeringsplássunum er avbyrgt í samband við uppsetingina.
Tórshavnar kommuna skrivar tó á síni heimasíðu, at tey vóna, at borgarar kunnu bera yvir við manglandi parkeringsplássum havandi í huga, at tað er í samband við tjóðarhátíðina, at partar av økinum er avbyrgt.










