Gera klárt til HM-undankapping í Sveis (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Sophus Dahl Christiansen, hjálparvenjara og Turið Arge Samuelsen, landsliðsleikara

A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í døgunum 30. november til 2. desember. Føroyar eru í bólki við Sveis, Finnlandi og Litava.

 

Allir dystirnir verða spældir í Siggenthal í Sveis.Nýggi landsliðsvenjarin, Ágúst Jóhansson, hevur úttikið 16 spælarar til landsdystirnar.

 

Áðrenn leiðin gongur til Sveis, fer kvinnulandsliðið til Íslands, har tær skulu spæla tveir venjingardystir móti íslendska A-landsliðnum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Sophus Dahl Christiansen, landsliðshjálparvenjara og Turið Arge Samuelsen, landsliðsleikara. Samrøðan við Turið snúði seg eisini um gongdina hjá henni og hennara liði, Haukar í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.