Gera klárt til at einskilja Strandferðsluna

Nú er samgongan farin at gera klárt til at einskilja Strand­ferðsluna.

Johan Dahl, lands­stýr­is­mað­ur í vinnumálum, fer nú at leggja uppskot fyri Løg­tingið, sum tekur allar forð­ing­ar burtur um at lata priv­at røkja siglingina hjá Strand­ferð­sluni.

Eftir lógini hevur land­ið skyldu at røkja ferð­a­sam­band­ið ímillum tey ymsu pláss­ini í landinum.
Men ávísar leiðir, sum hava serligan týdning, kunnu ikki bjóðast út.

Men nú fer hann at leggja upp­skot fyri Løgtingið um at taka allar forðingar fyri ein­skilj­ing burtur, so at tað ber til at einskilja siglingina hjá Strand­ferðsluni.

Johan Dahl sigur, at so­statt skulu farleiðir kunna bjóðast út, soleiðis at per­són­ar, virki og feløg, kunnu meta um, um ein ferðaleið kann bera seg.

– Tað eru fleiri fyrimunir við at hava møguleika fyri at útveita farleiðir, sigur Jo­han Dahl í sambandi við upp­skotið.

– Partvíst fær vinnulívið í størri mun møguleika at virka á hesum øki. Har­aft­urat verður tað um­sit­ing­arliga l­ættari at reka Strand­ferðsluna.

Hann hugsar fyri sær, at í framtíðini skal Strand­ferðslan verða ein sam­ferðslueind, sum skal hava á­byrgdina av at gera og røkja allar sáttmálar, sum land­ið ger við privat um flutn­in­gs­tæn­astur.

Í hesum sambandi verður ein av eftirlitsuppgávunum at hava eftirlit við, at tæn­ast­u­støðið er nøktandi og so­leiðis sum tað er avtalað.

Ein onnur eftirlitsuppgáva verð­ur at tryggjað, at skipini, og útgerð annars, verður hild­in sum avtalað, sigur Jo­han Dahl.