Gera klárt á Friends Arena

Føroyska landsliðið skal í kvøld klokkan 18.00 føroyska tíð hava sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Svøríki í annaðkvøld. Í løtuni verður gjørt klárt á stóra og vakra leikvøllinum, Friends Arena, at taka móti føroysku spælararunum.

 

Tað er ikki hissini sjón, ið møtir føroysku spælarunum, tá teir renna inn á Friend Arena, sum tekur ikki færri enn 50.000 áskoðarar. Leikvøllurin varð tikin í nýtslu í fjør. Fyrsti landsdysturin á Friends Arena, sum er hiemvøllur hjá AIK Stokholm, var millum Svøríki og Ongland í novembur mánaði í fjør. Tá vann Svøríki 4-2 og Zlatan Ibrahimovic skoraði øll málini.

 

Lars Olsen hevur lagt upp til, at tað verða broytingar á føroyska liðnum. Helst koma fleiri ábendingar um hesar broytingarnar til venjingina í dag. Rógvi Baldvinsson hevur leikbann og er ikki við. Landsliðsvenjarin hevur í innkallað Jóhan Troest Davidsen í hansara stað. Spurningurin er so, um hann kemur beint inn á liðið.

 

Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson eru tøkir aftur, eftir at hava sitið yvir í Írlandi um vikuskiftið. Báðir hava havt fast pláss á miðvøllinum undir Lars Olsen. So helst skal eisini gerast pláss fyri teimum á liðnum til dystin í annaðkvøld.

 

Undan venjingini verður tíðindafundur og miðlarnir fáa eisini høvið at tosa við spælararnar fyri seinastu ferð undan dystinum. Eftir tveir dagar við sól, so hevur verið nakað váttligt í veðrinum í dag.

 

Mynd: Friends Arena tveir tímar undan venjing.