Summarfestivalur
Veðrið tykist vera av tí allarbesta, nú seinastu praktisku fyrireikingarnar til Summarfestivalin skulu fáast frá hondini.
Tá vit í morgun høvdu orðið á Steintór Rasmussen, sum er ein av fyriskiparunum til festivalin, lat hann heilt væl at, og segði annars, at full ferð nú er á fyrireikingunum.
- Í løtuni gera vit klárt til stóra Silva-landið, sum er ætlað børnunum. Hetta fevnir um stóran part av akursmørk, og sjálvir eru vit sera spentir til, hvussu hetta fer at síggja út.
- Og so eru vit sjálvandi eisini farnir í holt við pallarnir. Aftur í ár ahva vit fingið danska hjálp til stóra teltið, sum Festivalurin nú eisini hevur keypt, heldur enn bara leigað, og arbeiðið við stóra pallinum á Vágsbøi er eisini farið ígongd. Her hava vit eisini fingið okkum eitt nýtt ljóðanlegg, so vit eru sjálvandi sera spentir uppá, hvussu hetta fer at rigga, sigur Steintór.
Vónir um veðrið
At veðrið er av tí besta í løtuni, kemur sjálvandi væl við, nú alt arbeiðið gongur fyri seg uttandura, men fyrireikararnir eru ikki minni spentir um, hvussu veðrið fer at skikka sær um vikuskiftið.
Sjálvur hevur Steintór ein beiggja, sum starvast á donsku veðurstovuni, og hann viðgongur, at tað er ikki heilt frítt, at hann hevur ringt nakrar eyka ferðir seinastu dagarnar.
- Tað er sjálvandi trupult at siga, hvussu veðrið verður í Føroyum eina viku fram, men sum skilst, so síggja fyribils forsagnirnar út til at vera góðar. Og í øllum førum hevur Alex boðað frá, at hann kemur heim til festivalin, so heilt galið kann tað neyvan verða, heldur Steintór.