Gera klárt at leggja út á hav

Seinnapartin í dag vóru vit ein túr fram við vestaru bryggju í Havn, har manningin umborð á Magnusi Heinasyni gjørdi klárt til nýggjan túr Skipið hjá Fiskirannsóknarstovuni, Magnus Heinason, hevur júst verið úti og kannað kongafisk, og í vikuni verður aftur lagt út á hav at merkja tosk.

Seinnapartin í dag stákaðust menn á dekkinum við at gera skipið klárt til nýggjan túr.

Á brúnni stákaðist skiparin, Dánjal Jacob Lydersen, sum er ættaður úr Skálavík, við síni ting.

Vit spurdu, um teir, sum vóru á dekkinum, vildu stilla seg upp til myndatøku, og tað var eingin trupulleiki.

Magnus Heinason ger ymiskar kanningar fyri Fiskirannsóknarstovuna gjøgnum alt árið.