Gera kjarnorkugoymslu á Novaja Zemlja

Russar ætla at gera eina goymslu til kjarnorkuburturkast frá gomlum kavbátum á Novaja Zemlja

Umhvørvismyndugleikarnir í Moskva hava givið russiska herflotanum loyvi til at gera eina goymslu til kjarnorkuburturkast á Novaja Zemlja. Ætlanin er, at goymslan skal taka 55.000 tons av burturkasti, og tað fer at kosta umleið 550 milliónir krónur at gera goymsluna. Arbeiðið er mett at taka millum fimm og sjey ár.
Russiska flotaleiðslan hevur avgjørt, at190 kjarnorkuriknir kavbátar skulu takast úr flotanum. Higartil er kjarnorkuburturkastið fingið úr 97 kavbátum, men nógvir kavnbátar liggja við bryggju við burturkastinum umborð. Sagt verður, at teir elstu bátarnir hava ligið soleiðis í 15 ár, tí eingir pengar hava verið til ruddingararbeiðið.
Russisku myndugleikarnir hava fyrr mett, at tað fer at kosta millum 20 og 25 milliardir krónur at taka teir 190 kavbátarnar úr drift. ES og Noreg hava boðið sær til at fíggja ein part av útreiðslunum, men higartil hava russar ikki viljað tikið av tilboðnum.
Fleiri vesturlendskar fyritøkur hava eisini boðið sær til at beina fyri kjarnorkuburturkastinum, men heldur ikki hesum hava russisku myndugleikarnir víst stórvegis áhuga.
Sovjetsamveldið plagdi at gera kjarnorkuroyndarspreingingar á Novaja Zemlja. Tann seinasta var í november í 1990.