Vágs kommuna hevur seinastu árini saman við Landsverk og Løgregluni sett á breddan ferðslutrygd í Vágs kommunu. Miðvíst hevur verið arbeitt við at gera tað tryggari at ferðast runt í Vágs kommunu, bæði fyri bilførarar, fyri fólk til gongu og á súklu.
Hetta skrivar vagur.fo.
Nú er eisini farið undir at nýskipa økið á Gørðunum – økið við Handilin á Gørðunum og við Gamla Skúla – soleiðis at tað eisini verður gjørt tryggari í tráð við ætlaninar, sum eru viðgjørdar í samband við ferðslutrygdarætlanina fyri Vágs kommunu.
Nýggj gongubreyt er nú gjørd framvið parkeringsplássinum við Gamla Skúla og nýggj gongurbreyt verður komandi dagarnar eisini gjørd framvið parkeringsplássinum við Handilin á Gørðunum. Í hesum sambandi verður økið eisini skipað soleiðis, at tað verður ein innkomu-vegur til økið (vesturi við Handilin á Gørðunum) og ein útkoyring frá økinum (úti við Gamla Skúla). Hetta er ein broyting í mun til áðrenn, har tað bar til at hjá fleiri bilum í senn at koyra út og inn frá hesum stóra økinum.
Nýggj gongubreyt verður eisini gjørd framvið vestara parkeringsøkinum á Gørðunum og á hesum økinum verður eisini nýtt bussskýlið gjørt. Gongubreytin heldur eisini áfram framvið sunnaru síðu á Vágsvegi vestur ímóti Tríkantinum á Sandinum, og í hesum økinum verður eisini gjørt nýtt parkeringsøki, skrivar vagur.fo.