Skúlatilboð
Nú verður gamli bóndagarðurin í Fámará í Suðuroy kanska skúli fyri næmingar, sum hava trupult við at laga seg eftir vanliga fólkaskúlanum.
Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jógvan á Lakjuni, hevur fingið eitt álit frá einum arbeiðsbólki um, hvussu hesin fjarskotni bóndagarðurin í Fámará á vestursíðuni í Suðuroy kann gerast til ein skúla fyri næmingar, sum ikki fáa verið í vanliga fólkaskúlanum av ymsum orsøkum, eitt nú av sosialum orsøkum.
Hetta var ein arbeiðsbólkur, sum Annlis Bjarkhamar setti, tá ið hon var landsstýriskvinna í mentamálum til at kanna málið um, hvussu Fámará kann gerast til ein slíkan skúla.
Her verður serliga hugsað um næmingar í framhaldsdeildini, tvs, næmingar ímillum 14 og 17 ár.
Í arbeiðsbólkinum sótu Nick Thomsen, sum boðaði fólkaskúlan, Emmy Joensen, sum umboðaði mentamálaráðið og Súsanna Nolsøe, sum umboðaði Almanna- og heilsumálaráðið.
Av tí at jarðarráðið eigur festið í Fámará, var eisini Gunnar Bjarnason á Jarðarráðnum við í arbeiðsbólkinum.
Sjey næmingar sendir av landinum
Jógvan á Lakjuni sigur at tað eru fleiri næmingar, sum hava trupult við at laga seg eftir vanliga fólkaskúlanum og tí er tað heilt avgjørt tørvur á einum serligum tilboði til teir.
? Í løtuni eru vit í teirri støðu, at vit hava einki at bjóða hesum næmingum og vit hava sostatt sent sjey næmingar á serligar stovnar í Danmark tí teir hava ymsar trupulleikar sum gera, at teir fáa ikki verið í vanliga fólkaskúlanum.
Landsstýrismaðurin heldur, at hetta er ikki nøktandi. Tí eiga vit at gera eitt tilboð til hesar næmingar og í tí sambandi er hugskotið komið um at gera eitt skúlatilboð til slíkar teir í Fámará.
Fyribils er lagt upp til at pláss skal vera til einar 14-16 næmingar í Fámará.
? Ætlanin er at talan skal vera um eitt skúlatilboð, sum bæði byggir á tað verkliga og tað bókliga.
Tað merkir, at næmingarnir skulu fáast við alt vanligt arbeiði á einum bóndagarði við seyði, velting og øllum øðrum, men so skuldu teir eisini hava eina ávísa skúlagongd.
Harafturat er tað ikki so langt til Vágs, har næmingarnir so kunnu fáa onnur, verklig tilboð, eitt nú umborð á sluppini Johonnu, í sambandi við ítrótt og annað.
Ætlanin er at talan skal vera um ein kostskúla og tað merkir, at næmingarnir skulu búgva á skúlanum.
Fámará væl hóskandi
Sjálvur heldur Jógvan á Lakjuni, at Fámará er sera væl hóskandi til endamálið, tí plassið er passaliga fjarskotið, men kortini er tað ikki so langt frá Vági, har flestu hentleikar eru.
? Tað eru ikki nógv pláss í Føroyum, sum liggja so væl fyri til eitt slíkt endamál , heldur hann.
Jógvan á Lakjuni veit ikki enn um ætlanin verður til veruleika, men nú skal tað viðgerast meir. Enn er ætlanin avgjørt bert á hugskots-støði og týsdagin kunnaði hann landsstýrið um álitið hjá arbeiðsbólkinum. Men hann viðgongur, at honum dámar væl hugskotið.
Kortini ásannar hann, at hetta er eitt dýrt skúlatilboð. Hann væntar, at tað verður neyðugt at brúka einar 10 milliónir til at byggja hús um og byggja út í Fámará.
Somuleiðis er neyðugt at gera stórar ábøtur á vegin til Fámará, sum er vánaligur.
Harafturat verður neyðugt við einum 10-11 starvsfólkum av ymsum slagi í seinum slíkum skúla so raksturin er eisini dýrur.
Hann sigur, at verður hetta sett í verk, kemur landið helst at betala bróðurpartin av útreiðslunum, men hann heldur eisini, at kommurnar, haðani næmingarnir á skúlanum eru, eiga at betala eina ávísa upphædd fyri hvønn næming.
Jógvan á Lakjuni sigur, at hann er eisini í ferð við at kanna aðrar møguleikar fyri at skapa eitt tilboð til slíkar næmingar, eitt nú í sambandi við arbeiðsmarknaðin, har næmingarnir kunnu vera á einum arbeiðsplássi ein ávísan part av degnum.










