Gera kanningar í Leirvíksfirði

Landsverkfrøðingurin er nú farin undir seismiksar forkanningar í Lorvíksfirði

 

Í gjár fór Landsverkfrøðingurin undir arbeiðið at gera seismiskar forkanningar í Leirvíksfirði, har undirsjóvartunnil møguliga skal gerast.

Landsstýrismaðurin hevur skundað undir hesa kanningar, so tær kunnu verða lidnar, áðrenn arbeiðið at gera Vágatunnilin verður liðugt.

Kanningararbeiðið í Leirvíksfirði heldur fram til síðst í juli mánaði, og Landsverkfrøðingurin hevur sent út eina ávaring um, at skip og bátar mugu ansa eftir, tá tey sigla í Leirvíksfirði komandi mánaðin.

Arbeitt verður við viðbreknari útgerð, og tí er neyðugt hjá skipum at ansa eftir.

Arbeiðuð fer fram frá Hagaleiti og norður móti Leirvíkar bygd og so tvørtur um fjørðin móti Borðoynni.