Í nógv ár hava skótarnir í Kvívík skipa fyri einum serligur degi í Kvívík og aftur í ár skipaðu skótarnir í Kvívík, sum eisini hava skótar úr Vestmanna og Vágum,
fyri, at jólaprýði vórðu gjørd til teir pensjónistar, sum eru í Kvívíkar sókn.
Í dag gjørdu skótarnir umleið 67 jólaprýði.
Eftir at skótarnir hava gjørt jólaprýðið, verður tað borið á dyrnar hjá hvørjum av teimum 67 pensjónistunum, og sum tøkk fyri dekoratiónina, plagaskótarnir at fáa okkurt søtt frá pensjónistunum.
Tá alt arbeiði er liðugt og jólaprýði borið út, er ein lítil hugnaløta fyri skótum og foreldrum.










