Gera íløgur fyri slakar 12 miljónir

Størsta einstaka íløgan hjá Hvalbiar kommunu í 2016 verður í dagstovnin, sum nú verður bygdur.

Á bygdaráðsfundi í Hvalbiar kommunu hin 2. desember varð fíggjarætlanin fyri kommununa einmælt samtykt við 2. viðgerð.

 

Samlaða fíggjarætlanin fyri 2016 er á stívliga 35,6 miljónir krónur.

 

Útreiðslurnar til rakstur eru stívliga 23,8 miljónir, harav útreiðslur til eldraøkið eru mettar til góðar 7,6 miljónir krónur.

 

Samlaðu inntøkurnar eru mettar til góðar 27,1 miljónir, harav inntøkur í samband við eldraøkið eru ásettar til góðar 7,3 miljónir krónur.

 

Útreiðslurnar til íløgur eru 11,8 miljónir, har tann størsta einstaka íløgan fer til bygging av dagstovni, 8,5 miljónir krónur.

 

Skattaprosentið í Hvalbiar kommunu verður framvegis 20, og barnafrádrátturin verður 6.000 krónur fyri hvørt barnið.