Løgreglan váttar søguna, sum Norðlýsið bar fyrr í dag, um at Magnus Magnussen, kommunulækni í Klaksvík, bleiv álopin í viðtalu síni undan jólum.
Magnus Magnussen greiðir Norðlýsinum frá, at ein maður møtti uppøstur upp í viðtaluni og kravdi at fáa heilivág frá sær. Tá hann ikki vildi eftirlíkað honum, leyp maðurin á.
Tíbetur vóru børn og abbabørn hansara enn í viðtaluni og hoyrdi róp hansara um hjálp og fingu ringt eftir løgregluni.
Av løgreglustøðini í Havn vátta tey, at løgreglumenn vóru skjótir at fara á læknamiðstøðina í Klaksvík, tá boðini komu, og fingu tamarhald á manninum.
- Tað var eitt sindur av ruðuleika eina løtu, og maðurin var sera illur í sær. Eitt korter ella so seinni hevði maðurin sissað seg aftur og slapp úr hondjørnunum. Síðani bleiv hann burturvístur, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.
Hann greiðir frá, at kommunulæknin ynskti ikki at gera meiri við málið og tí verður heldur einki meiri gjørt.











