Fyribils verður ikki gjørt meiri við russiska farmaskipið, sum fór á land á Kunoyarnesi fyrr í kvøld.
Tað er russiska farmaskipið, Sunny Lina, sum fór á land, eftir at tað hevði loyst fa bryggju í Norðhavnini.
Men brádliga tók skipið at bakka við nógvari ferð ímóti Kunoyarlandinum og bakkaði á land.
MRCC sigur, at vandi er ikki fyri manningini og hon er øll umborð.
Bjargingarbáturin, Ziska og bjargingarskipið, Brimil, fóru til skipið og arbeiðið hjá teimum hevur verið at tryggja, at olja ikki lekur úr skipinum.
Myndin vísir, hvussu russiska farmaskipið stendur á landi. Myndina hevur Dávur Winrher tikið










