Gera Henrik Old trillrundan

Hann mælir til at hava altjóða ráðstevnu í Føroyum um burðardyggan fiskiskap, har føroyskir og útlendskir serfrøðingar skulu vera við

Burðardyggur fiskiskapur

? Tað er onki at siga til at vit vera trillrund av fiskifrøðingunum.
Henrik Old, formaður í vinnunevnd Løgtingsins er langt frá foreintur við tilmælini, sum føroyskir myndugleikar hava fingið frá fiskifrøðingunum um, hvussu nógv vit eiga at fiska undir Føroyum av teimum ymsu fisksasløgunum.
Hann vísir á, at tey næstu trý árini hava ICES, og aðrir fiskifrøðingar, mælt til at skerja fiskiskapin eftir toski og hýsu meiri enn ein triðing, og fiskiskapin efttir upsa nakað minni.
? Samstundis mæla teir til at skerja fiskidagatalið eini 2-3% um árið fyri at leggja upp fyri effektiviseringum í fiskiflotanum.
? Taka vit ein línubát, sum hevur 140 dagar, rýkur hann eftir tilmælinum frá ICES niður á 90 dagar, umframt nakað á Føroya Banka og kanska okkurt undir Íslandi, so í mesta lagi hevur hann fýra- fimm mánaðir, skal tilmæli frá ICES fylgjast.
? Tað sigur seg sjálvt, at ongin kann liva av at fiska í fimm mánaðir. Skal so eisini tilmælið fylgjast um at skerja fiskskapin 2-3% um árið fyri effektiviseringina í flotanum, kunnu vit nevna árið og dagin, har tann síðsti loysir frá landi. Tí eru slík tilmæli fullkomiliga veruleikafjar, sigur Henrik Old.

Altjóða ráðstevna
Hann heldur, tað er so langt ímillum teori hjá fiskifrøðingum og praksis hjá politiska myndugleikanum og fiskivinnuni, at tað er neyðugt at taka málið upp.
? Tað er ein so stór gjógv ímillum fiskifrøðingarnar, politisku myndugleikarnar og fiskivinnuna at vit eiga at royna at skapa størri forstáilsi ímillum allar partarnar.
?Hann heldur tí, at tað er neyðugt at fáa eitt veruligt samskifti í lag við serfrøðingarnar hjá ICES.
Tað heldur hann kann gerast við at halda eina ráðstevnu í Føroyum, har serfrøðingar frá ICES skulu vera við, saman við øðrum góðum kreftum í fiskivinnuni, bæði politiskum myndugleikanum, vinnuni sjálvari, føroyskum fiskifrøðingum og annars øðrum felagsskapum, sum vara av fiskivinnuni.
Hann heldur, at ein slík ráðstevna kundi gjørt sítt til at allir partar komu at skilja hvønn annan betri, ? Tað kundi hjálpt fiskifrøðingunum til at skilt vinnuna og politiska myndugleikan, so at teir framyvir hildið seg frá at geva tilmæli, um eru veruleikafjar og tað kundi hjálpt politiska myndugleikanum og vinnuni at skilt, hví fiskifrøðingarnir arbeiða, sum teir gera.

Stýra fiskiskapinum
Men grundin til, at hann mælir til eina slíka ráðstevnu, er ikki bara veruleikafjar tilmæli frá fiskifrøðingunum, tí hann heldur avgjørt eisini. at føroyingar hava nógv gott at vísa á í strembandini eftir at stýra fiskiskapinum.
? Vit hava eina fiskidagaskipan, sum hevur verið væleydnað, men sum kortini ikki verður brúkt aðrastaðni. Men hetta er ein skipan, sum ICES næstan ikki tekur upp á tungu. Ístaðin stara teir seg blindar upp á kvotuskipanir, sum vit hava prógvað ikki kunnu brúkast til at stýra fiskiskapinum eftir botnfiski við.
? Tað er helst tí, at teir halda, at hon verjir ikki nóg væl tann einstaka stovnin. Men verður fiskiskapurin eftir einstøkum fiskasløgum ov nógvur, hava vit eisini amboð í okkara fiskidagaskipan, sum gevur landsstýrismanninum heimild at seta kunngerðir í verk, sum tálma fiskiskapinum eftir einstøkum fiskasløgum við friðingum av ymsum slagi.
? Nógv lond hava til fánýtis roynt at stýra fiskiskapinum við kvotum, men tað hevur ongastaðnmi ført til nakað uttan tann bera undirgang, sigur Henrik Old.
? Íslendingar hava kvotur og teir hava skert fiskiskapin munandi, eitt nú eftir tilmælum frá ICES og teirra egnu fiskifrøðingum, men tað hevur ikki ført til nakað, uttan undirgang.
? Meiri, teir hava táttað í við at skerja kvoturnar, minni er fiskað, men fiskastovnarnir hava ikki verið fyri framgongd fyri tað.
? Eisini hetta er ein orsøk til at hann heldur tað vera neyðugt at savna serkunnleikan úr Noregi, Íslandi, Føroyum, ICES og aðrastaðni frá til eina ráðstevnu í Føroyum at tosa um tey ymsu stýringsamboðini.
? Á hesi ráðstevnu kunnu vit vísa á, at í Føroyum hava vit eina skipan, sum hevur ført við sær, at vit hava hampuligan fiskiskap, uttan at at so stórar skerjingar, sum teir hava mælt til.
? Væl hevur gongdin í natúruni verið okkum til vildar, men síðani fiskidagaskipanin varð sett í verk, er hon skorin 18,5%, men hon hevur tryggjað okkum javnt góðan fiskiskap, men tað vilja teir fiskifrøðingar, sum geva okkum leiðbeiningar, ikki síggja, sigur Henrik Old.