Gera heildarætlan fyri Løkin

Nú skal ein heildarætlan gerast fyri ítróttarøkið við Løkin í Runavík.

 

Tað hevur Runavíkar Býráð samtykt.

 

Vøllurin er illa slitin og allarhelst má hann skiftast næsta ár.

 

Í hesum sambandi hevur, Arnfinn Langgaard, býráðslimur, mælt til, at Runavíkar Kommuna útskrivar eina arkitektakapping um, hvussu ítróttarøkið skal síggja út í framtíðini.

 

Hann hugsar um, at heildarætlanin skal fevna um nýggju FIFA krøvini, sum koma í gildi í 2014 um støddina á vøllinum.

 

Men hann hugsar eisini um nýggja fimleikahøllin, fleiri parkeringsplass og um at friða økið framvið Løkinum.

 

Hesum tekur mentanardeildin hjá býráðnum undir við og mælir til, at ein heildarætlan verður gjørd fyri alrt ítróttarøkið við Løkin.

 

Ætlanin skal seta út í kortið, hvør ítróttur skal vera á økinum í framtíðini. Sjálv mælir deildin til, at talan verður um fótbóltsvøll, kanska við einum minni venjingarvølli, og eina svimjihøll.

 

Samstundis eiga karmarnir til bogaskjóting at endurskoðast.

 

Myndin er av heimasíðuni hjá NSÍ.

 

Mest átroðkandi málið er at gera sjálvan fótbóltsvøllin størri, so at hann lýkur krøvini sum koma í gildi í 2014.