Gera grønu perlurnar enn vakrari

Klaksvíkar kommuna eigur tvær grønar perlur, og sum nú skulu gerast uppaftur meiri vinarligar mótvegis teimum vitjandi. Hesi bæði økini eru úti í Grøv í Klaksvík og viðarlundin í Mikladali.

Eftir herviligu ódnirnar í vetur er rættiliga nógv upptak í viðarlundini í Mikladali. Neyðugt er tí at tynna, tilskera og í aðrar mátar røkta í tí eftirverandi vøkstrinum.

- Umframt hetta er tørvur á at fáa gjørt eina gøtuskipan í hesi viðarlundini, soleiðis at tey vitjandi betur kunnu njóta økið, verður sagt úr kommununi.

Í farnu viku vóru fólk frá býargartnaranum hjá kommununi, saman við fólki frá Skógrøktini í viðarlundini í Mikladali og arbeiddu.

- Hetta felags átakið hevur gingið væl betur enn væntað. Enn er tó langt á mál, til alt er tikið upp og fingið aftur í fullgóðan stand, upplýsir Hans Hjalti Skaale, býargartnara.

Miðað verður eftir, at fólk aftur skulu kunnu njóta hesar báðar perlurnar ótarnaðar fram móti vári.