Gera golfvøll í Vágum

Í morgin fara tey at seta fyrsta spakan í arbeiðið at gera ein golfvøll í vágum.

 

Tað er ferðavinnufelagið 62 Norður, sum stendur aftanfyri ætlanina og Kent Christensen, stjóri, sigur, at eftir ætlan verður vøllurin liðugur at taka í nýtslu longu tann 1. juli.

 

Hann sigur, at talan er einum tað, tey kalla ævintýrgolf, sum er eitt millumting ímillum minigolf og ein rættiligan golfvøll.

 

Vøllurin skal gerast vestanfyri hotellið við flogvøllin og hann verður opin fyri almenninginum, men Kent Christensen sigur, at endamálið við vøllinum er eisini at hann skal vera eitt tilboð til ferðafólk og sostatt stuðla upp undir hotellið.