Í dag byrjaði afturvendandi tiltakið Ung í arbeiði í Hvalbiar kommunu. Tað fyrsta, tey ungu eru farin í gongd við, er at gera eina gøtu oman til sandin í Sandvík.
- Tey ungu eru sera hugagóð og arbeiða skjótt. Ætlanin er eisini, at tey eitt nú skulu triva um gøtuna runt um Heygsvatn og ymiskt annað.
Í Hvalbiar kommunu siga tey, at tey ungu, sum nú eru farin til arbeiðis, arbeiða í 14 dagar hvør, og so kemur eitt nýtt toymi inn.









