Gera gjøldur við Grand Prixnum

Dan Mazer, sum hevur skrivað leikritið til filmin um Borat, og Damian Jones, sum framleiddi sama filmin, eru í holt við fyrireikingarnar til teirra næsta film. Hann fer at snúgva seg um Melodi Grand Prixið, og ætlanin við nýggja filminum er at gera gjøldur við sangkappingini, sum verður varpað í sjónvarpi kring alt Europa einaferð um árið.