Síðani at svimjihylurin í Vágs Skúla stongdi í 2015, hevur hølið ikki verið brúkt. Tað hevur tó verið ætlan um at gera svimjihylin til eitt auditorinum, men henda ætlanin hevur næstan bert verið ein tanki.
Til fíggjarætlanina í ár setti býráði 750.000 krónur av til at byrja uppá arbeiðið. Fyrsta byggistig umfatar at gera pall, sitipláss uppeftir skráninginum og saga hol í síðurnar í tí djúpa partinum av svimjihylinum, so sleppast kann inn frá ganginum, har miðdeildin gongur, skrivar vagur.fo.
##med2##
Í gjár gjørdu Norcon og Vágs Kommuna avtalu um at byrja uppá arbeiðið at gera auditorium í gamla svimjihylinum í Vágs Skúla.
##med3##
Fyri Norcon vóru tað Hjalmar Magnussen og Rúni Eyðunson og fyri Vágs Kommunu vóru tað borgarstjórin, Bjarni Johansen, og Levi R. Mørk, formaður í Mentamálanevndini, sum skrivaðu undir.