Gera góðshavn í Ánunum

Klaksvíkar kommuna fer nú undir arbeiðið at gera góðshavn í Ánunum. Longu í ár skal partur av ífyllingini gerast

Plássið á vánni í Klaksvík er ov lítið, og tí heldur Klaksvíkar kommuna tað verða neyðugt við nýggjari góðshavn í umráðnum.

Innan stutta tíð verður farið undir arbeiðið at gera nýggja góðshavn í Ánunum, sum liggja norðan fyri Klaksvík. Fyrsti parturin av arbeiðnum fer at geva eitt lendi upp á 5000 kvadratmetrar, og hetta arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt í hesum árinum.

Í Ánunum er gott pláss, bæði á sjógvi og landi, og har nýggja havnin skal verða, er eitt av bestu kyrruplássunum í landinum. Ætlanin er, at økið skal kunna takast í nýtslu í ár 2002.

Næsta ár ætlar Klaksvíkar kommuna at avseta næstan fimm milliónir krónur til havnagerðina, og í ár eru avsettar, og lutvíst nýttar, fýra milliónir krónur. Við í hesum er arbeiðið, sum er gjørt at leingja bryggjuna á Kósini.

? Tað er ov trongt á vánni, og tí halda vit tað verða neyðugt við nýggjari havn í Ánunum, sigur Steinbjørn Jacobsen, virkandi býráðsformaður í Klaksvík.

? Tá vit nú fáa nýggja havn í Ánunum, har farmur kann varð uppskipaður, skapar tað nýggjar møguleikar á havnalagnum á vestari armi. Havnin í Ánunum fer eisini at geva nýggjar møguleikar við uppskipan av góðsi, tí tað verður betri pláss og dýpið er størri.

Dýpið fram við kaikantinum á nýggju havnini verður upp til 12 metrar, og tað er tríggjar metrar djúpari enn inni á vánni.