Gera góðar túrar og selja væl

Trolbátarnir Hansa Maria og Búgvin seldu á seinasta túri fyri einar 350.000 krónur hvør

Fiskivinna

Teir smærru trolbátarnir hava í seinastuni gjørt góðar túrar.
Á seinasta túri seldu Hansa Maria og Búgvin, sum eru heimahoyrandi á Toftum, fyri einar 350.000 krónur hvør. Bátarnir høvdu út við 30.000 pund hvør, og størsti parturin av veiðini var havtaska. Prísurin fyri havtasku var út við 29 krónur fyri kilo. Teir høvdu eisini nakað av toski, upsa og longu.
Sum skilst, koma bátarnir væntandi innaftur at landa í morgin.
Á Landingarmiðstøðini á Toftum verður eisini roknað við, at línuskipini Eystnes og Kambur koma inn at landa fríggjadagin.