Gera frítíðarskúla á Tvøroyri til 25 børn

Frítíðarskúlin á Tvøroyri fær góðar umstøður at húsast undir

Tað eru nú nakað langt síðani, at foreldur á Tvøroyri gingu hús úr húsi og heittu á fólk um at skriva undir eina áheitan á Tvøroyrar Býráð um at seta ein frítíðarskúla í Kommununi.

Hetta hevur kommunan tikið til eftirtektar. Og nú er komið so langt, at skúlin letur upp longu um ein góðan mánað, tá ið skúlin byrjar aftur. Býráðið hevur søkt eftir leiðara til skúlan, umframt eftir einum pedagogi. Hesi bæði starvsfólkini koma at arbeiða fulla tíð-í hvussu so er leiðarin- men harumfrat er ætlanin at hava eitt hjálparfólk at arbeiða umleið hálva tíð.

Og hesa vikuna hevur tað eisini borið til at tekna børn til frítíðarskúlan.

Bergur Bærendsen, formaður í sosialu nevnd í býráðnum á Tvøroyri, sigur, at skúlin hevur fingið góða undirtøku, tí tað hava longu 15 børn teknað seg til skúlan, hóast tekningin bara hevur verið í tríggjar dagar.

Tað verða annars pláss fyri 25 børnum í nýggja frítíðarskúlanum á Tvøroyri.

Men skuldi tørvur verið á tí, ber tað til at hækka barnatalið.

Formaðurin í sosialu nevnd væntar tó ikki, at tað verður gjørt tað fyrsta árið.

?Eg haldi, at tað hevur týdning at fáa skúlan í eina trygga legu, áðrenn vit fara at hugsa um at hækka barnatalið, sigur hann.

Hann sigur, at børnini, sum kunnu koma í skúlanum eru tey, sum ganga í 1.,2. og triðja flokki.

? Tó verður tað so, at vit byrja í tí yngra endanum, so at børnini í 1. flokki hava fyrimun og verða tikin framum. Tey pláss, sum síðani leypa av, verða tillutað børnum í 2. flokki. Og tey pláss, sum tá leypa av, koma børnunum í 3. flokki til góðar, sigur Bergur Bærendsen.

Hann sigur, at skúlin kemur at halda til í niðaru hædd í ítróttarhøllini og skúlanum í Trongisvági. Arbeiðið at innrætta hølini er byrjað. Har fær skúlin góð og rúmlig høli. Har verður stórt felagshøli, eitt verkstað, goymsla, wc til næmingar og wc til starvsfólk, og starvsfólkarúm. Í hæddini omanfyri er matstovan í ítróttarhøllini og hana skal frítíðarskúlin eisini brúka. Annars sleppur skúlin at brúka teir hentleikar, sum eru í húsinum, m.a. ítróttarhøllina og skúlahøllina. Annars er svimjihylur og graslíkisvøllur úti á Tvøroyri, umframt aðrir hentleikar, sum børnini kunnu brúka.

? Hetta er eisini eitt øki við nógvum børnum, tí bæði barnagarður, vøggustova og dagrøktin er alt styttri enn 200 metrar frá frítíðarskúlanum.

Frítíðarskúlin letur upp hvønn dag, tá ið børnini fáa frí úr skúlanum, helst umleið kl. 11.30.

? Tá ið børnini fáa frí úr skúlanum, verða tey heintað og flutt í frítíðarskúlanum, har tey so verða ansað undir tryggum umstøðum til klokkan 17.15, ella har á leið, tá ið foreldrini koma eftir teimum.

Bergur Bærendsen sigur, at hann væntar ikki, at hetta fer at kosta kommununi nakað serligt, tí hann kennir nógv foreldur, sum bara vilja arbeiða hálva tíð, av tí, at tey hava ikki ansingarmøguleikar til børnini allan seinnapartin. Annars fer tað at kosta kommuni umleið 500.000 krónur um árið tilsamans. Hann sigur, at tað fer at kosta foreldrum einar 600 krónur um mánaðin at hava eitt barn í frítíðarskúlanum. Tað er minni enn 1/3 av tí, sum tað kostar at hava eitt barn í frítíðarskúla.sh;tu. Men eg veit, at eg longu havi livað meira enn flestu onnur. Flestu fólk eru bara til - tey liva ikki.


Kallaður til ókent stað

Keith Wheeler hevur konu og tvey børn. Tey eru mangan við á ferðum hansara, men á Føroyatúrinum er hann einsamallur saman við einum hjálpara, ið altíð er við honum.

Undan ferðini til Føroyar hevur hann verið í Noregi, Svøríki og Svalbard og gingið. Í gjár fór Keith heimaftur til Oklahoma í USA, har hann skal vera í tríggjar vikur, áðrenn leiðin gongur til Pólands, har hann skal vera við í eini felags gongu.

Men hví kom hann til Føroya?

- Guð kallar meg har, hann vil hava meg at fara. Fyri at siga tað sum tað er, so visti eg ikki at nakað æt "Faroe Islands", tá Guð heitti á meg um at fara higar. Hann bað meg í sama viðfeingi fara til Svalbard, og tað kendi eg heldur einki til. So eg mátti fyrst finna hvar á landkortinum londini lógu, greiðir Keith Wheeler frá.


Guð viti hví

Hann sigur seg einki vita um hví Guð sendi hann til Føroyar júst nú, so tann spurningin kunnu vit bert gita um.

Vit siga farvæl við amerikanska krossdragaran, sum er blivin eitt sindur kaldur av at standa stillur so leingi. Hann er bara klæddur í buksum, eini skjúrtu og einum vesti, so tað er kanska einki at siga til at føroyska veðurlagið hevur kølt hann eitt sindur niður hesa løtuna.

Men Keith sleppur ikki langt. Í ein hálvan tíma hevur ein maður gingið og válað nakað burturfrá, og tá krossdragarin hevur gingið einar fjøruti metrar, fella teir báðir í tos.

Nei, maðurin við krossinum hevur ongan skund.