Gera frágreiðing um føroyska málið

Nevnd: Ein nevnd av málkønum fólki er nú sett at gera eina frágreiðing um støðuna hjá føroyskum máli.

Henda frágreiðing skal verða grundarlag undir eini viðgerð í tinginum og undir einari politiskari støðutakan til ein almennan føroyskan málpolitikk.
Í hesi serstøku Málstevnunevndin eru 9 limir og eru teir hesi: Árni Dahl, læraraskúlalektari, formaður;
Eivind Weyhe, lektari í málfrøði;
Katrin M. Næs, cand.mag., ph.d. lesandi í málfrøði; Ann Ellefsen, cand. mag., studentaskúlalærari;
Sólvá Jónsdóttir, M.A. í føroyskum, lærugreinaráðgevi; Hanna Jensen, M.A. lesandi í málfrøði, studentaskúlalærari; Jonhard Mikkelsen, cand. mag. læraraskúlalektari; Paulivar Andreasen, lærari og
Jóhan Hendrik W. Poulsen, professari.
Málstevnunevndin hittist til fyrsta nevndarfundin í næstum. Her nevndin fer at umrøða arbeiðssetning og gera eina ætlan fyri arbeiðið, ið liggur fyri framman.