Gera fleiri tunlar og vegir næstu árini

Samgongan hevur sett fleiri tunlar og vegagerðir á skrá hesi næstu fimm árini

 

Hesi næstu árini verður farið undir fleiri tunlar kring um í landinum.

 

Tað er greitt, nú samgongan hevur lagt fíggjarpolitikkin hesi næstu fimm árini, fram.

 

Í hesum sambandi skulu 203 milliónir setast av til ein nýggjan Hvalbiartunnil og hann skal gerast í árunum frá 2019 til 2022. Og beint áðrenn hann er liðugur, verður farið undir tunlarnar norður um Fjall. Eftir ætlan verða teir gjørdur í árunum frá 2021 til 2024 og tilsamans fara teir at kosta 205 milliónir krónur.

 

Men sum nakað nýtt er samgongan eisini samd um at skipa eitt serligt toymi sum skal fara undir at bora tunlar til ymsar smábygdir, har talan er um at gera styttri tunlar. Í hesum sambandi er ætlanin at seta sjey milliónir krónur av um árið frá 2018 til 2022.

 

Í hesum sambandi hevur verið tosað um at gera tunnil til Fámjins, til Dals, Tjørnuvíkar, Gjáar, og kanska aðrastaðir við.

 

 

Les eisini: Vil sleppa at gera tunlar til smábygdir

 

 

Samstundis hevur samgongan samtykt at fara undir at fyrireika arbeiðið at gera tunnil til Vestmanna, umframt at vegurin omanfyri Skálafjørð eisini skal gerast og tað verður frá 2019 og frameftir.  Og í 2018 skal játtan eisini latast til eina ferðsluætlan í Vágum.

 

Í 2018 verða eisini 19 milliónir játtaðar til vegagerð í Kalsoy umframt at ábøtur skulu gerast á Selatraðarvegin. Harumframt skal Tjørnuvíkarvegurin tryggjast.