Hósdagin vóru Sofus Olsen og myndamaðurin Bjarnheðin í Hoyvík á Sandi og gjørdu síðstu upptøkurnar til film, ið nú verður gjørdur um lívið hjá sandinginum, sum í fjør lat Listasavnið á Sandi byggja.
Tað er vinkonan hjá Sofus og nevndarlimurin í Listasavninum á Sandi, Karin Kjølbro, ið hevur tikið stig til at gera filmin. Hon hevur somuleiðis fingið í lag fíggingina av filminum. Tað er Bjarnheðin í Hoyvík, ið hevur tikið sær av upptøkunum.
Ætlanin er sambært Karin Kjølbro, at filmurin, tá hann er liðugur, verður vístur á Listasavninum á Sandi. Tey, ið vitja savnið, kunnu soleiðis uppliva listina á savninum í teimum karmum, hon hevði heima hjá Sofusi. Eisini kunnu tey hoyra um merkisverda lívið, hjá Sofusi. Í røðu hon helt, tá Listasavnið á Sandi lat upp, segði Karin:
- Vit sum kenna Sofus Olsen vita, at hann dugir sera væl at siga frá og hevur humor. Tí hava vit borið so í bandi, at tað verður gjørdur sjónvarpsfilmur til Listasavnið á Sandi, har vit kunnu síggja alla listina, sum hon hekk í heiminum hjá honum og Gunnhild á Tinghúsvegnum. Eisini fer Sofus at siga frá um lív sítt og um listina. Tey, ið vitja listasavnið á Sandi kunnu so fáa hesa uppliving framíhjá.
Sofus Olsen hevur livað eitt sera hendingaríkt lív, sum sluppfiskimaður, sum mótstøðumaðurin í Keypmannahavan undir krígnum, sum reiðari við góðum úrslitum í ein mansaldur, í álitissessum í fíggjarheiminum og sum íðin listasavnari við høgum góðskukrøvum. Søgurnar eru nógvar og spennandi. Sum t.d. søgan um tá Sofus var noyddur undir jørðina undir krígnum, ella um tá hann rópti varskó um fíggjarpolitikkin hjá Føroya Banka í 80árunum, ella søgan um vinmannin og bygdamannin Frimod Joensen, ið var noyddur til skips, hóast hvørki evnir ella heilsa vóru til hetta, ístaðin fyri at hann slapp at menna sínar ríku myndlistagávir.
Upptøkurnar til filmin eru gjørdar í heiminum við Tinghúsvegin, men seinasti upptøkudagurin var gjørdur á Sandi, m.a. á Listasavninum, men eisini í bygdini, har Sofus sleit sínar barnaskógvar.
Enn er ikki greitt nær filmurin verður liðugur, og sum er, er bert ætlan um at sýna hann á savninum.